Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Væleydnað framsýning av svínoyarbátunum

Helgi Abrahamsen

”Í mínum høvdi er tað rættiliga festligt, men tað kann gott vera, at tað slettis ikki verður so festligt kortini, tí tað veldst alt um undirtøkuna.” Tað segði Ólavur Hátún við Norðlýsið, eina góða viku undan Sjómannadegnum. Ólavur var stigtakari til tiltakið at fáa víst gomlu bátarnar úr Svínoy fram á Sjómannadegnum.

Men tiltakið eydnaðist sera væl. Veðrið var til vildar og undirtøkan var góð, tá seglskip og opnir bátar stevndu inná Klaksvíkina.

Vit spurdu Ólav Hátún aftaná, um hann var nøgdur.

”Okkurt kundi verið betur gjørt, men sum heild eri eg nøgdur,” segði hann. Hann helt tað eisini vera stuttligt, at fólk høvdu sýnt stóran áhuga at hyggja at bátunum, meðan teir vórðu vístir fram á landi.

Norðlýsið spurdi eisini ein mann úr Svínoy, hvat hann helt um tiltakið. Hann var meira ivingarsamur, tí talan var um bátar, sum fyri langari tíð síðani vóru havnaðir. Hann ivaðist í, um teir vóru nakað at vísa fram.

Men tað skerst ikki burtur, at hóast ein bátur er gamal, so er handverkið framvegis áhugavert, og ikki minst fær søga hjá bátinum størri virði, jú eldri báturin er.

Her eru myndir frá leygardegnum.

Harleyfacadeacryl