Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Munandi størri áhugi í Eysturkommunu enn í Norðoyggjum higartil

Jákup Ósá

(Finalan um Løgmanssteypið) Hyggja vit í prosentum pr. íbúgva, so er áhugin millum Víkinga áskoðarar munandi størri enn millum KÍ áskoðarar.

Kl. 15.00 í dag vóru 2963 atgongumerkir seld til steypafinaluna. Av teimum átti KÍ 1431 og Víkingur 992.

Siga vit, at KÍ baklandið eru allar Norðoyggjar so hevur KÍ baklandið eitt íbúgvaratal uppá 5928, um vit taka 1. mars 2016 sum útgangsstøðið sambært Hagstovu Føroya. Har skal tó havast í huga, at fleiri av plássunum hava langan tein til Klaksvíkar og tískil ikki so tætt samband við KÍ sum t.d. Víkingur hevur. Tølini fyri Eysturkommunu eru 2028 íbúgvar.

Í prosentum:

KÍ: 1431 áskoðarar (24,1 % av íbúgvunum í Norðoyggjum)

Víkingur: 992 áskoðarar (49 % av íbúgvarunum í Eysturkommunu)

FSF upplýsir, at nógv KÍ viðhaldsfólk hava keypt í uttanveltaða bólki 117, har 149 atgongumerkir vóru seld. Siga vit, at KÍ eigur 100 av hesum, so er prosenttalið hjá KÍ 25,8 %. Siga vit, at KÍ bara hevði eitt bakland í Klaksvík (sum tað jú ikki er) so er prosentparturin 30,5 %.

Undir øllum umstøðum kann staðfestast, at í prosentum av íbúgvaratølunum, so er áhugin higartil munandi størri í Eysturkommunu enn í Norðoyggjum. Leygardagin verður hátíðardagur í Norðdepli, nú bygdin fyllir 150 ár og samstundis eru munandi meir av øðrum virksemi bæði innan ítrótt og annað í Klaksvík. Tað og nógvar aðrar orsøkir kunnu vera við til, at tað í prosentum pr. íbúgva ikki eru eins nógv KÍ viðhaldsfólk sum Víkinga viðhaldsfólk higartil. Ella at fleiri norðoyingar bíða til hesar seinastu dagarnar áðrenn teir keypa atgongumerkið. Meðan tað í Eysturkommunu í stóran er Víkingur, sum av ítróttarfeløgum er tað, ið kommunan samlast um. Men hóast Víkingur í prosentum pr. íbúgva hevur munandi fleiri áskoðarar, so fer KÍ uttan iva at hava munandi fleiri áskoðarar enn Víkingur til finaluna, tí longu nú hevur KÍ við 1431 áskoðarum eitt tal, sum verður ringt at taka hjá Víkingi.

Atgongumerkir til steypafinaluna kunnu keypast HER