(Finalan um Løgmanssteypið) Hjá KÍ og Víkingi tykjast nærum allir mans at blíva tøkir til steypafinaluna.
Norðlýsið hevur verið í sambandi við bæði liðini. Hjá KÍ fór serbiski Semir Hadzibulic út í hálvleikinum móti TB, meðan hin serbin, Ahmed Mujdragic, byrjaði á bonkinum, tí hann hevði fingið onkran snudd. Men sum skilst bendur alt á, at báðir vera klárir til finaluna leygarkvøldið. Frammanundan eru Atl Danielsen, Petur Andreasen og Jóannes K. Danielsen langtíðarskaddir, men teir hava ikki spælt stórvegis í ár. Hjá Víkingi hevur Hans Jørgen Djurhuus leikbann. Sorin Anghel fór út í fyrra hálvleiki móti Skála. Men Sámal Erik Hentze, venjari, vónar, at hann verður klárur, men er meira ivasamur um Finn Justinussen, sum hevur verið uttanfyri við skaða seinastu vikurnar. – Sorin venur ikki hesa vikuna, men vónandi kann hann spæla leygarkvøldið. Finnur rann í gjárkvøldið og nú mugu vit síggja, hvørjar afturmeldingar kroppurin gevur uppá tað. So tað er trupult at siga enn, um Finnur verður klárur, sigur Sámal Erik Hentze við Norðlýsið.




