Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vera KÍ leikararnir klárir tá tað av álvara stendur á?

Jákup Ósá

(Finalan um Løgmanssteypið) Tað er ein av spurningunum hjá KÍ viðhaldsmanninum Árna B. Petersen.

Árni hevur fylgt væl við KÍ í ár og hevur góðar vónir til finaluna, men hann er spentur uppá at síggja, hvat KÍ leikararnir eru gjørdir av, tá tað veruliga stendur á.

Hvat gleðir tú teg mest til við steypafinaludegnum leygardagin?

Eg gleði meg mest til at síggja tvey tey bestu liðini í ár møtast, har ið vit kunnu fáa mótstøðu bæði á og uttanfyri vøllin. Samstundis sum eg gleði meg til at síggja, um okkara leikarar eru klárir, tá ið tað av álvara stendur á.


Árni svarar fleiri spurningum í Norðlýsinum, sum kemur út fríggjadagin og sum er á tremur við tilfari um finaluna um Løgmanssteypið.