Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sølvi, Páll og Súni

Jákup Ósá

(Finalan um Løgmanssteypið) Hvørjir eru form leikararnir júst nú, tá tað kemur til at skjóta mál.

Síðani summarsteðgin eru fimm dystir leiktir. KÍ hevur fingið 12 av 15 stigum og hevur málúrtøkuna 17-6, meðan Víkingur hevur 15 av 15 stigum og málúrtøkuna 17-2.

Hjá Víkingi er ein leikarar, ið hevur skorað fleiri enn tvey mál, meðan KÍ hevur tveir, ið hava skorað fleiri enn tvey mál.

Samanlagt hevur Sølvi Vatnhamar úr Víkingi skorað flest mál eftir summarsteðgin. Honum á baki koma Páll A. Klettskarð við fimm og Súni Olsen við fýra málum. Hetta eru teir tríggir toppskjúttarnir, um vit telja mál hjá báðum liðunum eftir summarsteðgin.