Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í Norðurlandahúsinum gerst forvitin fegin

Tíðindaskriv

Visti tú, at rithøvundurin Linn Ulllmann er dóttir Ingmar Bergman og Liv Ullmann?

Visti tú, at Nigel Kennedysa innspæling av Fýra Árstíðunum hjá Vivaldi er heimsins mest selda klassiska útgáva nakrantíð?

Visti tú, at vokalbólkurin KATA eru gestir á konsertunum hjá bæði Guðrið Hansdóttir og Heiðrik?

Veitst tú, hvørji bók, hetta sitatið er úr? Ongin segði, at tað skuldi vera lætt at liva, men viðhvørt ivast man í, um tað er ómakin vert…

Visti tú, at videolistafólkið Deimantas Narkevicius hevur havt framsýning í Tate Modern í London? Veitst tú, hvør hevur sniðgivið Geytavirðislønina?
Visti tú at debut-fløgan hjá Tue West lá 23 vikur á danska top 20-listanum?
Visti tú at tú kanst ferðast kring heimin uppá 4 dagar
uttan at fara úr Norðurlandahúsinum?

Tú kanst læra meira um alt hetta í kvøld, tá tú hevur verið í postkassanum eftir Heystskránni hjá Norðurlandahúsinum. Og tú kanst læra enn meira, við at fara til øll tey nógvu og fjølbroyttu tiltøkini, sum Føroya fremsta mentanarhús bjóðar restina av árinum.

Størsta søgan er sjálvandi, at Norðurlandahúsið og Føroyar fáa vitjan av eini veruligari heimsstjørnu í september, tá violinvirtuosurin Nigel Kennedy kemur at framføra. Størri stjørna hevur ivaleyst ikki verið í húsinum síðan Bill Clinton á sinni. Nigel, sum er kendur fyri at spæla tónleik eftir øll frá Vivaldi til Jimi Hendrix, fer á konsertini her at framføra fyrst og fremst sínar tulkingar av verkum hjá Johann Sebastian Bach.

Annars bjóðar heystið sjálvandi eisini uppá konsertir, framsýningar, verkstovur, barnatiltøk, ráðstevnur og fyrilestrar, Bókadagar, filmstiltakið Geytin og mangt annað.