(Finalan um Løgmanssteypið) Venjarin hjá Víkingi heldur, at Víkingur hevur ment seg nógv síðani síðsta dyst móti KÍ, og tí kunnu teir dystirnir ikki brúkast sum nakað barometur hesaferð.
– Vit mugu skora móti KÍ. Vit hava tapt báðar dystirnar móti teimum 2-0 og hava ikki skorað enn.Men vit eru so ræðuliga nógv sterkari enn seinast, vit spældu móti KÍ.
Longri samrøða við Sámal Erik Hentze er í steypafinalublaðnum hjá Norðlýsinum, sum kemur út í morgin.




