Klokkan 6:45 í morgun varð ein grind funnin uttanfyri Skálatoftir, og hon verður í løtuni rikin inn á Hvannasund. Mett verður at grindin eru um 40 hval.
Orsaka av truplu samferðsluni er ætlanin at halda grindini til í Hvannasundi, og síðani at koyra hvalirnar til Klaksvíkar beinan vegin, verður upplýst á politistøðini.




