”Filmurin er í brotum, har skift verður ímillum tátíð og nútíð.” Tað sigur Zacharias Hammer, sum hevur gjørt filmin ”Norðdepli, heimstaður okkara í 150 ár”.
” Eg seti spurningin ”Hví valdu fólk at seta seg niður her”? – Tað var jú tað sum hendi, tá fríhandilin kom og bátsbandið varð avtikið. Tá kyknaði samfelagið og tað havi eg lýst í filminum,” sigur Zacharias.
Men filmurin skiftir ikki bara ímillum tíðirnar, hann skiftir eisini millum evnini, sum hava myndað bygdina.
”Havna-Jógvan kom her, og tað setti ferð á. Hann og synirnir høvdu ikki færri enn 5 sluppir. Og seinni bygdi abbasonur hansara, Jóhan, eitt stórt flakavirki her, sum var eitt av fyrstu flakavirkjunum í Føroyum,” sigur Zacharias.
”Men so vitji eg eisini barnagarðin, skúlan og eina mammu sum er heimagangandi við 6 børnum,” sigur hann.
Gamlar myndir og filmsbrot
Tað hevur eydnast Zachariasi at finna gamlar myndir og filmsbrot, ið lýsa ta farnu tíðina.
”Har eru brot úr eini gamlari sending um týska flogfarið sum fór á Lokkanum, og eisini havi eg tikið úr eini gamlari sending, har millum annað verður tosað við Sofus á Toftum. Hann var við sluppum hjá Havnar Jógvani,” sigur Zacharias.
”Soleiðis fái eg ta gomlu tíðina við,” sigur hann.
Zacharias hevur eisini funnið gamlar filmsupptøkur frá 100 ára haldinum í 1966 og frá einum grindadrápi í Norðdepli fyri nógvum árum síðani.
Hevur arbeitt í tí stilla
Zacharias hevur ikki gjørt so nógv vart við seg, meðan hann hevur arbeitt við filminum.
”Eg havi arbeitt í løtum yvir eina longri tíð, men hesa seinastu tíðina havi eg gjørt meira við tað,” sigur hann.
Ætlanin var at filmurin skuldi vera 27 minuttir langur, men áhugaverda tilfarið gjørdi tað trupult at stytta hann so nógv, so nú hann er liðugur er longdin 1 tími og 10 minuttir.
”Tað er kommunan sum eigur filmin. Vit hava hugsað um at fólk skulu kunna keypa eina fløgu, men tíðin er farin frá tí, so eg rokni við at fólk fara at kunna síggja hann á netinum. Filmurin verður í øllum førum atkomuligur hjá øllum,” sigur Zacharias Hammer.




