(Finalan um Løgmanssteypið) KÍ viðhaldsmaðurin Niels Olaf Sølvará er spentur til dystin í annaðkvøld.
Norðlýsið hevur sett honum spurningar í sambandi við dystin.
Hvussu verður dysturin og hvat endar hann?
Dysturin fer at vera ógvuliga javnur. Víkingur kemur fram um eftir 17 min., men so javnar KÍ við brotssparki frá Bjartalíð. Bjartalíð & Klettskarð gera tey fyrru málini, men tað verður Súni, sum kemur at avgera dystin.
Í Norðlýsinum svarar Niels Olaf uppá fleiri spurningar. Blaðið fæst til keyps í sølubúðunum.




