Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vágsverkið hjá SEV er liðugt útbygt

Helgi Abrahamsen

Hósdagin 1. september bjóðar SEV til móttøku á Vágsverkinum í sambandi við at útbyggingarnar á verkinum eru lidnar og nýggi motorurin verður tikin í nýtslu.

Við nýggja motorinum økist elorkan á Vágsverkinum við 50 prosentum, skrivar SEV í tíðindaskrivi. Tað var uppisjóvarvirkið Varðin Pelagic á Tvøroyri sum gjørdi tað neyðugt at byggja Vágsverkið út skjótast gjørligt, tí virkið økti munandi eftirspurningin eftir elorku í Suðuroynni.

Í útbyggingini er ein maskinhøll til nýggja motorin (ið vigar 48 tons). Harafturat er verkið bygt út við øðrum bygningum, og tangagarðurin er víðkaður. Netparturin er eisini dagførdur við nýggjari háspenningsútgerð. Útbyggingin á Vágsverkinum hevur kostað slakar 100 milliónir krónur.

Høvuðsarbeiðstakararnir vóru MEST, Articon, Install og Tangavirkið.