Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Krista til Paralympisku leikirnar

Jákup Ósá

1. september fer Krista Mørkøre við flogfarinum til Rio de Janeiro har hon skal luttaka í Paralympisku leikunum. Tað skrivar ÍSB á síni síðu. 
Leikirnir verða settir 7. september kl 17 og endahátíðin verður 18. september kl 17

Krista svimur hesar greinir og tíðir.
50m frí innleiðandi 9. sept kl 10.22
100m frí innleiðandi 13. sept kl 10.26
400m frí innleiðandi 15. sept kl 10.14

Allar tíðir eru lokalar tíðir í Rio (4 tímar aftanfyri okkum)

IPC hevur gjørt eina síðu ið savnar allar miðlar ið vísa leikirnar. https://www.paralympic.org/watch-rio-2016
Hendan verður dagførd so hvørt.

Fleiri norðurlendskar rásir hava gjørt avtalur, og fara at hava nógvan paralympiskan ítrótt á skránni.