Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ hevur tvær steypafinalur eftir

Jákup Ósá

Leygardagin spælir besta kvinnuliðið hjá KÍ sina steypafinalu, meðan U17 gentuliðið spælir fríggjakvøldið. 

KÍ spældi seg í ár í tríggjar steypafinalur. Av teimum er bara tann eina leikt. Hetta tí, at KÍ kvinnurnar hava luttikið í Champions League á Kypros. Á kvinnusíðuni skal KÍ hetta vikuskiftið spæla tvær finalur. Besta kvinnuliðið skal spæla móti HB á Tórsvølli leygarkvøldið kl. 18.00. Har má KÍ metast sum favorittur, um hugt verður eftir landskappingini. Har liggur KÍ á 2. plássi, men við møguleika at leggja seg á fremsta plássi, tí liðið hevur leikt tveir dystir færri enn EB/Streymur/Skála á 2. plássi. Meðan HB liggur á 5. plássi. Men innanhýsis dystirnir millum KÍ og HB hava allir verið tættir í ár, har KÍ hevur vunnið allar tríggjar við einum máli. 1-0, 1-0 og 2-1. KVF sendir dystin beinleiðis í sjónvarpinum. Og fríggjakvøldið kl. 19.00 spæla U17 gentuliðini hjá KÍ og B36. Tann dysturin kann stroymast á fsf.fo.