Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ størsta fótbóltsfelag í landinum

Nordlysid

Talið av viðhaldsfólkum, sum KÍ dróg við sær til finaluna um løgmanssteypið seinasta leygardag, er nakað, sum onnur føroysk fótbóltsfeløg bara kunnu droyma um, tí har er KÍ í serflokki nógv tað størsta felagið í landinum.

Talið avviðhaldsfólkum, sum KÍ dróg við sær til finaluna um løgmanssteypið seinastaleygardag, er nakað, sum onnur føroysk fótbóltsfeløg bara kunnu droyma um, tíhar er KÍ í serflokki nógv tað størsta felagið í landinum.

 

Tá ið tosaðverður um stødd av feløgum í altjóða høpi, verður talið av viðhaldsfólkum oftabrúkt til at gera av, hvat felag er størst. Ofta er talan um traditiónsríkfeløg við einari glæsiligari søgu við sigrum og legendariskum leikarum fráfarnum tíðum.

 

Um vit skulugera tað sama her heima, er eingin ivi um, hvat fótbóltsfelag er tað størsta íFøroyum, og um nakar var í iva frammanundan, so varð allur skepsis ruddaður avvegnum seinasta leygardag, tá ið KÍ fyri fyrstu ferð í 17 ár vann gull ífremstu føroysku fótbóltskappingini hjá monnum.

 

Samlaðatalið av áskoðarum hendan dystin var umleið 4700 í einum fullsettum Tórsvølli,sum er met fyri ein dyst millum tvey føroysk fótbóltsfeløg.

 

Um vit gangaútfrá, at talið av viðhaldsfólkum hjá Víkingi í finaluni var umleið 1400, meðantalið av óheftum áskoðarum kanska var 300 ella eitt sindur meir enn tað, so verðurtalið av KÍ-viðhaldsfólkum á Tórsvølli seinasta leygarkvøld heili 3000 !!

 

Nakrirhundrað av hesum KÍ-viðhaldsfólkum munnu vera búsitandi aðrastaðni enn íNorðoyggjum, so talið av KÍ-fjepparum, sum leygardagin ferðaðust úr Norðoyggjumtil finaluna man ivaleyst liggja onkrastaðni millum 2500 og 3000 – tað er ikkismávegis fyri eitt føroyskt fótbóltsfelag, og tað vísir, hvussu stórt felag KÍí grundini er, og hvussu stórt potentiali er í felagnum við tí kongabláalitinum.

 

Umframthetta so hevur KÍ á hvørjum ári eitt tað størsta talið av tilmeldaðum liðum samanlagtí øllum deildum. Sama er galdandi fyri talið av virknum leikarum, og søguliga sæð stendur KÍ sum kunnugt heldur ikki aftan fyri nakað annað føroyskt felag, tvørturímóti.

 

Eitt annað,sum eyðkennir KÍ (og onnur føroysk feløg) er, at áskoðarafjøldin er ógvuligasamansett, bæði av kvinnum og monnum, ungum og eldri, ríkum og minni ríkum,høgum og lágum, leikum og lærdum. Tað er, sum Niclas Heri yrkir so væl í kendaKÍ-sanginum: “Tá, vit hittast við vøllin, er gloymt alt stríð. Tá standa øllsaman og rópa á KÍ”.

 

So tað er grundarlagtil at siga, at KÍ er størsta fótbóltsfelag í landinum – ein støða, ið sodyggiliga varð staðfest seinasta leygardag, tá ið útivið 3000 KÍ-viðhaldsfólkgjørdu innrás í Havn, umvegis “trappuna” inn á Tórsvøll.

 

KOYR Á KÍ