Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eingin møtir nøkrum

Danial Viðoy

Tíðindaskriv – Norðurlandahúsið: Í kvøld, leygarkvøldið 3. september kl. 19.30.

Ein sterkur kamarleikur, sum kemur heilt nær at tveimum fólkum, sum eru fangað í parlagsins fløkjum.

Beinrakni dialogurin hjá Peter Asmussen vevur seg inn og út, og menniskjalagnur spretta og mennast ígjøgnum ymsar variatiónir fyri tvær røddir og tveir kroppar í einum rúmi í støðugari umskapan.


Verkið vann Reumertvirðislønina í 2010.

Leikarar: María Ellingsen og Björn Ingi Hilmarsson
Høvundur: Peter Asmussen
Týðari: Ria Tórgarð
Leikstjóri. Simon Boberg
Koreografi: Raisa Foster

Tónleikur: Andreas Ljones
Pallmynd. Snorri Freyr Hilmarsson