Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðslan til Føroya vakrasta marathon

Danial Viðoy

Tíðindaskriv – Landsverk: FERÐSLA: Í sambandi við hálv marathon renningina úr Gásadali til Sandavágs leygardagin 3. september, verður Vatnavegurin stongdur í tíðarskeiðnum kl. 11.30 – 13.00 frá rundkoyringini við FK í Miðvági til omankoyringina á flogvøllinum.

Gásadalstunnilin er somuleiðis stongdur í umleið hálvan tíma millum kl. 11.00 og 11.30, meðan fólk renna og ganga ígjøgnum tunnilin.

Tað er ítróttarfelagið Frælsi, ið skipar fyri hesum tiltaki saman við Fólkaheilsuráðnum og kommununum í Vágum.

Sí annars kort við rutuni ísv. hálv marathon í Vágum í myndini niðanfyri: