Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingur er mannaður

Jákup Ósá

Felags fyri allar 11 menninar er, at teir fara umborð á Klaksvíking fyri fyrstu ferð.

Felags fyri allar 11 menninar er, at teir fara umborð á Klaksvíking fyri fyrstu ferð.

Hóast tað eru áleið 9 mánaðir fram til fyrsta róðurin í 2017, so er longu greitt, at 10-mannafarið hjá KRF aftur verður mannað. Klaksvíkingur er longu mannaður, men talan er um nýggja manning, um vit tosa um 10-mannafør. Tí eingin hevur róð við 10-mannafarið áður. Men talan er um rógvarar, sum hava roynt seg í øðrum bátum og allir hava eisini roynt at vunnið FM. Allir 9 menninir umborð á Nevinum Reyða í 2016 fara nú umborð á Klaksvíking í 2017, váttar annar av bátsformonninum Benjamin Isaksen.

– Okkara manning er tann sama, sum vit høvdu við Nevinum Reyða í ár og so hava vit fingið tveir rógvarar frá Fípuni Føgru afturat. Vit byrja at venja í januar, men ætlanin er eisini at vera við til ódnartøkini í vetur. Miðalaldurin á manningini er 19,7, sigur Benjamin Isaksen við Norðlýsið.

Bæði Nevið Reyða og Fípan Fagra vunnu FM fyrr í ár. Manningin á Klaksvíkingi í 2017 verður hendan: Benjamin Isaksen, Jákup Matras, Magnus Michalsen, Martin Eliasen, Kristian Linklett, Kristian Martin Rasmussen, Jón Ryan Petersen, Jógvan Steingrímur Højgaard, Sørin Kallsgarð Sørensen, Kristian Petersen og Rúni Mortensen (róðursmaður)