“Tað er ikki nokk, at talan er um áhugaverdan lesnað. Ambitiónin má vera, at lurtað verður eftir tilmælum frá teimum ráðum, ið sett eru, og at tilmælini verða viðgjørd og ávirka førda politikkin. Annars er ongin orsøk at hava hesi ráðini.” Tað skrivar Vinnuhúsið á síni heimasíðu í dag.
Vinnuhúsið vísir á, at meðan blekkið á lógaruppskotinum um at endurstovan Landsbanka Føroya og eitt nýtt váðaráð tornar, er Búskaparráðið komið við sínari heystfrágreiðing.
“Sum altíð er talan um áhugaverdan lesnað frá Búskaparráðnum,” sigur Vinnuhúsið, og nevnir millum annað tilmælið til politisku skipanina um at ansa eftir útreiðsluvøkstrinum í serliga kommunala sektorinum, men eisini í almenna sektorinum sum heild.
Men Fíggjarmálaráðharrin ber seg undan at taka hesi tilmæli til eftirtektar, og enn einaferð verður sagt, at hetta má takast upp í samráð við kommunurnar.
“Sjálvandi skulu slík mál takast upp við kommunurnar, men einki er at ivast í, at tað er neyðugt við ásetingum bæði fyri kommunala og landskassans vøkstur í útreiðslunum,” sigur Vinnuhúsið.
Vinnuhúsið vísir á, at bæði land og kommunur økja útreiðslurnar nú tíðirnar eru góðar, og tað er júst tað øvugta av tí, tey áttu at gjørt.
“So meðan bíðað verður eftir at fáa fund í lag við kommunurnar, kundi Fíggjarmálaráðharrin saman við hinum landsstýrisfólkunum arbeitt við at fáa landskassaraksturin at vera minni konjukturviðgangandi,” sigur Vinnuhúsið.
Og lagt verður afturat, at um politikararnir ikki lurta betur eftir ráðunum, sum teir fáa, so er eingin orsøk til at stovna fleiri ráð. Mælt verður í staðin til at brúka pengarnar til at skaffa nýggjari tøl enn tey, sum Búskaparráðið hevur at arbeiða eftir.
“Tað er ikki í ordan, at seinastu almennu tølini fyri tjóðarroknskapin eru frá 2013, og at seinastu arbeiðsloysistølini eru um at vera eitt ár gomul. Tað er torført at taka temperaturin uppá búskapin í dag, um termometrið mátar, hvussu fepurin var fyrr í tíðini,” sigur Vinnuhúsið.




