Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eingin ”El Nino fiskur” at fáa

Norðlýsið

(Hendan greinin og myndirnar standa á facebooksíðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini)

Hvar bleiv allur El Nino fiskurin av?

Soleiðis spurdi Hans Andreas Danielsen (Hassadi) útróðrarmaður av Strondum leygarkvøldið, tá hann, við báti sínum Langanes, avreiddi á Toftum.

Dagsins úrtøka var 300 pund av smáfiskið, sum hann hevði fingið við snellu eystanfyri.

-Tað er so púra einki at fáa nakrastaðni. Ein bátur hevur nýliga verið norðanfyri við 40 stampum, men fekk bara 1200 pund.

Hvar bleiv allur El Nino fiskurin av, sum menn roknaðu við fór at koma?

Eg síggi hann ikki! – segði Hassadi avgjørdur og skálkaliga.

Benadiktus Olsen úr Rituvík (Diktus), við báti sínum Havørnini, avreiddi eisini. Hann var ikki so harðmæltur sum Hassadi, men niðurstøðan var tó tann sama.

-Noy, noy, tað er sera lítið at fáa. Eg havi eisini verið eystanfyri við snellu og havi bara fingið góð 200 pund av smáfiskið!- segði Diktus lítillátin.

Lagið var tó gott á báðum. Og tá veðrið aftur verður til vildar, munnu so ikki báðir aftur vera á útróðri?

Jú, jú. Soleiðis er útróðramaðurin og sjómaðurin. Fiskiskapurin man fara at batna. Útróður er ikki bara eitt arbeiði, men ein lívsstílur. Vónin heldur teimum uppi, og tí fara teir avstað aftur.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitsla.