Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vevmyndatól sett upp í Vági

Danial Viðoy

Tíðindaskriv: Vágs kommuna hevur nú fingið sett upp tvey vevmyndatól í Vági.

Tað eina vevmyndatólið vísir vestur gjøgnum bygdina, vestur á Vágseiðið. Meðan hitt vevmyndatólið vísir havnalagið og uttara part av bygdini.

Tað hevur longi verið eitt ynski at fáa vevmyndatól sett upp í Vági. Og nú eru so tvey vevmyndatól sett upp. Ætlanin er eisini at kanna møguleikan fyri at seta fleiri vevmyndatól upp í kommununi.

Vevmyndatólini eru sett upp í góðum samstarvi við Trygdartøkni.

Leinkja til vevmyndatólini á heimasíðuni hjá Vágs kommunu er her: http://vagur.fo/?page_id=5715