Leygarmorgunin var áhugaverd frálæra á Mjáuvøtnum við Leynará. Talan var um eitt skeið at kasta við flugutráðu, bæði við vanligari flugutráðu switchtráðu og tvíhondtráðu. Charles Olsen frá P/F Jógvan Weihe, ið var ein fyrireikari til skeiðið, sigur, at tað at brúka tvíhondstráðu hevur verið meira og meira viðkomandi hjá føroyingum. Orsøkin til tess er, at alt fleiri fara uttanlands at fiska, og har verður ofta fiska við tvíhondstráðu í teim stóru og breiðu áunum.
Tvíhondstráðan røkkur longur, og harafturat er fiskurin størri og til tess er betur at hava eina sterkari tráðu. Tvíhondstráðan er upp til 18 føtur til longdar, tó er mest vanligt við 12-15 fót tráðum. Til sammetingar kann nevnast at vanligu flugutráðurnar, ið verða brúktar her á landi eru 9 og 10 fót.
Tað er føroyavinurin og svorni laksa- og sílafiskarin, týska Mauritia Kirthner, ið hevði samband við skotska Gary Scott, ið hevur fingið sambandið í lag, ímeðan P/F Jógvan Weihe hevur sponsorera skeiðinum.
Undirvíst var leygardagin og sunnudagin. Luttakararnir, sum Norðlýsið tosaði við vóru sera væl nøgdir. Onkur av teimum segði, at teir flestu í Føroyum eru sjálvlærdir og tað er gott at fáa ein slíkan frálærara hendanvegin, sum kann venja okkum av við tað skeiva ið vit hava gjørt, tá vit kasta. Tað er so at tá ongin hevur sagt tær hvussu tú skalt gera, so er ofta at ein ger eitthvørt skeivt og tað er gott at fáa tað rættað.
Charles Olsen sigur, at Gary Scott var somikið væl nøgdur við føroyaferðina, at hann longu nú hevur avgjørt at koma aftur til Føroya í komandi ári, og tá ætlar hann eisini at hava undirvísing fyri børn í flugufisking.




