Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vónirnar eru góðar

Jákup Ósá

Sjáldan áður hava vónirnar til føroyska landsliðið verið so góðar undan einum dysti móti sterkari mótstøðu sum til týskvøldið móti Ungarn.

Hetta eigur at vera rætta løtan hjá føroyingunum at fáa eitt gott úrslit afturat, hóast vit vita, at tað altíð er ein sensatión, um Føroyar fáa stig. Tí hyggja vit eftir fólkatali, søgu og hópum, so ”eiga” Føroyar ikki at hava nakran møguleika móti Ungarn.

Men kenslan er góð hjá nógvum og tað var hon eisini móti Grikkalandi á heimavølli hjá nógvum føroyingum. Tað hevur hon eisini verið fyrr, tá tað so ofta er enda við vónbroti. Men 

Flestu av føroysku leikarunum toppa júst nú. Gunnar Nielsen, Bárður Hansen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen, Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson fáa allir spælitíð á hægri støði, enn ein kann fáa í Effodeildini. Har kunnu serliga nevnast Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson, sum í summum dystum hava fingið millum bestu skoðsmál í bestu donsku deildini. Meðan Sølvi Vatnhamar og Árni Frederiksberg, sum væntast at byrja inni, eru millum bestu álopskendu miðvallaleikararnir í Effodeildini í ár við sera sannførandi hagtølum, har teir hava prógvað, at teir bæði kunnu skora og leggja upp til mál. Hjá Árna vita vit tó ikki, um hann roynist eins væl á landsliðnum sum hjá NSÍ, tí hann hevur enn ikki veruliga fingið møguleikan á landsliðnum. Og afturat teimum er royndi liðskiparin Atli Gregersen, sum sá út til at vera væl fyri í steypafinaluni fyri viku síðani og sum oftast avrikar væl á landsliðnum.

Afturat hesum sóu vit í seinastu undankapping, at Ungarn passar væl til føroyska liðið, sum í báðum dystunum var tætt við at fáa stig. Frammanfyri einum fullsettum Tórsvølli eiga Føroyar at hava sum realistiskan málsetning at fáa stig. Men til tað krevst eitt optimalt avrik, tí oddsini siga, at Ungarn er stór favorittur við 1,38 í odds.

Føroyar og Ungarn spæla á Tórsvølli týskvøldið kl. 19.45.