Hóast tað fyrst tóktist mest upplagt, at Kaj Leo í Bartalsstovu fekk tað og síðani Árni Frederiksberg, so endaði tað við, at René Shaki Joensen fekk einasta plássið, sum tað var ivamál um.
Fsf.fo skrivar: Lars Olsen, landsliðsvenjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, hava sett liðið til HM-undankappingardystin ímóti Ungarn, sum verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 19:45.
Gunnar Nielsen verður á mál, og í føroysku verjuni verða Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen.
Á miðvøllinum byrja Sølvi Vatnhamar, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Rene Shaki Joensen og Brandur H. Olsen. Í álopinum verður Jóan Símun Edmundsson.
Á bonkinum verða Teitur M. Gestsson, Kristian Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Árni Frederiksberg, Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Páll Klettskarð, Róaldur Jakobsen, Jóhan Troest Davidsen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Heini Vatnsdal og Klæmint A. Olsen.
Dysturin millum Føroyar og Ungarn verður bríkslaður í gongd klokkan 19:45.




