Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

50 ára bindiklubbakvøld í kvøld

Oliver Joensen

Í dag, hava nakrar fittar “eldri” kvinnur, ein heilt serligan dag. Tí í dag, fyri 50 árum síðan, sótu tær samlaðar í stovuni hjá Dagny Olsen á Nýggjavegi í Klaksvík, har tær høvdu sítt fyrsta bindiklubbakvøld.

Hesi 50 árini, eru mong pløggini bundin og annað hondarbeiðið gjørt, fyri ikki at tosa um, hvussu nógvar køkur og annað gott, er komið á borðið. Eisini hava menninir so trúðfastir, møtt hvørt bindiklubbakvøld, fyri at “avheinta” konurnar. Mangar veitslur og túrar, er tað eisini vorðið til, hesi árini.

Sjálvt um hárini nú eru gránað, og liðirnir ikki eru líka liðiligir longur, so møta tær trúfast upp, hvørt týskvøld, líka frá september og til mai.

Hjartaliga til lukku við “Gullbrúðleypinum” allar 8, vónandi fáa tit og menninir fleiri góð ár enn.