Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv er hent í Mikladali hesa setuna

Helgi Abrahamsen

“Hetta valskeiðið hevur verið rættiliga hendingaríkt, og tað ger seg ikki minst galdandi í Mikladali, har vit hava fingið nógv mál avgreidd.” Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum eisini er formaður í Mikladalsnevndini.

Tann størsta broytingin í bygdini er standmyndin av Kópakonuni, sum varð sett á Stórakneysa 1. august 2014. Síðan tá er ferðafólkatalið í Kalsoynna vaksið við 30 prosentum. Eisini eru umvælingar framdar í Stóraneysti, umframt at skelting og kunningartalva eru sett upp í samband við standmyndina.

Harumframt er nógv gjørt fyri trivnaðin í Mikladali, eitt nú við sparkivøllin, har húsið og økið rundanum eru liðug, umframt at hjartastartarar eru settir upp bæði í Mikladali og á Trøllanesi. Síðan 2006 hevur staðbundin maður eisini verið í føstum starvi í Kalsoynni, og hetta hevur gjørt tað høgligari at fremja viðlíkahald og tekniskt arbeiði.

“Sum heild hevur arbeiðið í Mikladali og í staðbundnu nevndini gingið ómetaliga væl,” sigur Jógvan Skorheim, sum leggur dent á góða samstarvið ímillum nevndarlimirnar.

“Samstarvið hevur verið framúr gott, og hetta hevur gjørt tað møguligt at avgreiða so nógv mál hesa skjótt farnu setuna. Sjálvandi eru fleiri mál eftir at fremja, men við tí hugburðinum, sum seinastu árini hevur verið lagdur fyri dagin, er ongin ivi um, at vit framhaldandi fara at síggja stóra menning í Mikladali og restini av Kalsoynni,” sigur borgarstjórin.

Umframt Jógvan Skorheim sita hesi í Mikladalsnevndini: Herfrí Sørensen, býráðslimur, Markus í Norðnástovu, Dánjal Eliassen og Christian Andreasen.

Listin við avgreiddum málum í Mikladalsnevndini kann síggjast her.