Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, verður í dag høvuðsrøðari á einum temafundi í Reykjavík um uppboðssølu av fiskirættindum.
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, verður í dag høvuðsrøðari á einum temafundi í Reykjavík um uppboðssølu av fiskirættindum. Tað er íslendski javnaðarflokkurin, Samfylkingin, ið skipa fyri fundinum.
Valstríðið í Íslandi er byrjað og eins og í Føroyum er fiskivinnunýskipan millum fremstu evnini.
Føroyska loysnin er ikki funnin
“Tað er eingin endalig semja gjørd í Føroyum, og allir flokkar mugu flyta seg til tess at finna hesa semju. Tí ber ikki til at greiða íslendingum frá “føroysku loysnini”,” sigur Sjúrður Skaale.
Sjúrður fer tó at lýsa støðuna í Føroyum við støði í føroyska kjakinum. Hann fer fyrst at greiða frá, hvørjir fyrimunirnir og hvørjir vansarnir verða hildnir at vera við verandi skipan. Síðani fer hann at greiða frá teimum royndum við uppboðssølu av fiskirættindum, sum vit hava gjørt okkum – bæði hvussu tær tekniskt blivu framdar, hvussu tær riggaðu, og hvat ymiskir partar halda um tær.
Men hann fer samtíðis at gera greitt, at tað finst eitt mark, sum samgonguflokkarnir ikki kunnu fara um í samráðingunum við aðrar flokkar.
“Tað markið er, at fiskurin í sjónum er og skal vera ogn Føroya fólks, og hann skal fiskast burðardygt,” sigur Sjúrður Skaale.
Fundurin verður í Sjóvinnusavninum í Reykjavík, og hann byrjar klokkan 12:15.




