Tíðindaskriv: Hesa vikuna hava 12 tónleikarar úr 4 ymsum londum siti í neystinum hjá Niclas Hera í Borðoyarvík og skriva nýggjan tónleik og nýggjar sangbarar tekstir.
Fríggjakvøldið verða hesir sangir framførdir í Spaniastova. Talan er um 12 sera dugnaligar sang- og tónasmiðir úr Føroyum, Danmark, Grønland og Onglandi. Tey fara at framføra nýggjan tónleik, sum er skrivaður eftir trimum døgunum í tøttum samstarvi á Klaksvík Music Camp uppi í Borðoyarvík.
Harumframt fara tey at spæla nøkur av endastu hittum sínum.
Tónleikararnir eru:
Ida Wenøe (DK) – Marius Ziska (FO) – Hans Andrias Jacobsen (FO) – Simon Lynge (GRL / DK) – Richard Lobb (UK) – Esben Svane (DK) – Roar Amundsen (DK) – Allan Tausen (FO / GRL) – Julie Maria (DK) –
Konni Kass (FO)
Viðfestu mynd, hevur Jákup Eydnugarð tikið í neystinum hjá Niclas Hera á Klaksvík Music Camp, KMC, 2016.




