Tað er ein myta, at steypavinnarar altíð dala í støðið eftir steypasigurin.
Ofta hava vit hoyrt um seinastu árini, at tá eitt lið vinnur steypakappingina, so fellur støðið hjá liðnum í landskappingini, har úrslitið tí ikki blívur so gott. Tað kemst kanska m.a. av, at eingin steypavinnari seinastu 7 árini eisini hevur megnað at vunnið føroyameistaraheitið. Men hagtølini vísa ikki, at nakað mynstur er í hesum. Tí um vit hyggja eftir seinastu 10 árunum, so er tað í 6 av árunum hent, at steypavinnarin hevur fingið fleiri stig í miðal pr. dyst eftir steypasigurin enn áðrenn. Tí er oftari, at liðið hækkar sítt støðið.
Sunnudagin spælir KÍ sín fyrsta dyst í landskappingini eftir steypasigurin, og tá fáa vit at síggja, hvønn veg steypasigurin fer at ávirka KÍ liðið.
2006:
Steypavinnari: B36
Pláss tá steypafinalan bleiv vunnin: 3
Stig í miðal fram til steypafinaluna: 43 stig í 25 dystum = 1,72 stig
Endastøða: 3
Stig í miðal fyri dystirnar eftir steypafinaluna: 4 stig í 2 dystum = 2,0 stig
2007:
Steypavinnari: EB/Streymur
Pláss tá steypafinalan bleiv vunnin: 3
Stig í miðal fram til steypafinaluna: 32 stig í 18 dystum = 1,78
Endastøða: 2
Stig í miðal fyri dystirnar eftir steypafinaluna: 22 stig í 9 dystum = 2,44
2008:
Steypavinnari: EB/Streymur
Pláss tá steypafinalan bleiv vunnin: 1
Stig í miðal fram til steypafinaluna: 26 stig í 10 dystum = 2,6
Endastøða: 1
Stig í miðal fyri dystirnar eftir steypafinaluna: 29 stig í 17 dystum = 1,7
2009:
Steypavinnari: Víkingur
Pláss tá steypafinalan bleiv vunnin: 3
Stig í miðal fram til steypafinaluna: 27 stig í 15 dystum = 1,8
Endastøða: 3
Stig í miðal fyri dystirnar eftir steypafinaluna: 20 stig í 12 dystum = 1,67
2010:
Steypavinnari: EB/Streymur
Pláss tá steypafinalan bleiv vunnin: 3
Stig í miðal fram til steypafinaluna: 29 stig í 17 dystum = 1,7
Endastøða: 2
Stig í miðal fyri dystirnar eftir steypafinaluna: 22 stig í 10 dystum = 2,2
2011:
Steypavinnari: EB/Streymur
Pláss tá steypafinalan bleiv vunnin: 3
Stig í miðal fram til steypafinaluna: 26 stig í 14 dystum = 1,86
Endastøða: 2
Stig í miðal fyri dystirnar eftir steypafinaluna: 34 stig í 13 dystum = 2,6
2012:
Steypavinnari: Víkingur
Pláss tá steypafinalan bleiv vunnin: 3
Stig í miðal fram til steypafinaluna: 37 stig í 20 dystum = 1,85
Endastøða: 5
Stig í miðal fyri dystirnar eftir steypafinaluna: 8 stig í 7 dystum = 1,14
2013:
Steypavinnari: Víkingur
Pláss tá steypafinalan bleiv vunnin: 4
Stig í miðal fram til steypafinaluna: 31 stig í 20 dystum = 1,55
Endastøða: 6
Stig í miðal fyri dystirnar eftir steypafinaluna: 10 stig í 7 dystum = 1,42
2014:
Steypavinnari: Víkingur
Pláss tá steypafinalan bleiv vunnin: 3
Stig í miðal fram til steypafinaluna: 36 stig í 21 dystum = 1,71
Endastøða: 3
Stig í miðal fyri dystirnar eftir steypafinaluna: 13 stig í 6 dystum = 2,16
2015:
Steypavinnari: Víkingur
Pláss tá steypafinalan bleiv vunnin: 3
Stig í miðal fram til steypafinaluna: 44 stig í 23 dystum = 1,91
Endastøða: 3
Stig í miðal fyri dystirnar eftir steypafinaluna: 9 stig í 4 dystum = 2,25
Kappingarár: 10
Steypavinnarin fleiri stig í miðal áðrenn steypafinaluna: 4
Steypavinnarin fleiri stig í miðal eftir steypafinaluna: 6




