Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fernisering – Hanni J. Bjartalíð í dag

Tíðindaskriv

Leygardagin 10. september kl. 15 letur upp framsýning við Hanni J. Bjartalíð í Gamla Seglhúsinum.

Leygardagin 10. september letur upp framsýning við Hanni J. Bjartalíð í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Fernisering verður kl. 15:00 og kemur Kinna Poulsen at røða.

Eisini verður okkurt leskandi og lættari ábit umframt tónleikur.

Talan er um eina søluframsýning, sum er ókeypis at vitja og hongur uppi fram til 15. oktober.

Framsýningin er opin soleiðis:
Leygardagin 10. september kl. 15.00 – 19.00 (Fernisering)

Mánad. – fríggjad kl. 14.00 – 17.00
Sunnud. kl. 14.00 – 18.00

Øll eru hjartaliga vælkomin!