Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í meðan við bíða

Okkara veðurmaður: Hanus Kjølbro, Sjónám

Miðdepilin í lágtrýstinum, sum hevur sett sín dám á heystarveðrið her hjá okkum í nátt og í morgun, er nú komin eina 200 fjórðingar norður um Føroyar. Tað hevur næstan líka stóra megi enn, tað meðan tað flytur seg longur og longur burtur, fer vindurin í Føroyum at minka.

Mátistøð Landserks á Gerðabøi í Klaksvík máldi mesta miðalvindin klokkan hálvgun seks í morgun: 20 m/s. Men hvirlurnar hava verið heilt uppi á 40 m/s. Tær flestu ímillum hálgun 7 og 7.

Á Ørðaskarði í Suðuri var nógv meiri vindur. Tað er tað altíð uppi í fjøllunum og enn meiri í skørðum og hálsum ímillum fjøll. Miðalvindurin har var mestur ímillum 5 og 6: 42 m/s! Hvirlurnar vóru heilt upp í 65 m/s um somu tíð.

Við Tjørnuvíkarvegin var myndin ein heilt onnur. Miðalvindurin var máldur klokkan eitt korter til fýra (0315) at vera 11 m/s; hvirlurnar vóru 20 m/s um sama mundið.

Munurin er sera stórur kring landið, hvussu veðrið er á ættini.

Í dag fer vindurin at minka spakuliga úr 15 til 20 m/s á middegi niður í 10 til 15 m/s klokkan 6 í kvøld. Ættin verður tann sama allan dag: útsynningur-sunnan.

Næsta lágtrýst fer fram við okkara leiðum mánanáttina. Tað fer eftir øllum at døma ikki at vera so nær við Føroyar sum í nátt, og tá ið tað fer framvið, er megin ikki eins stór, sum vit merktu í nátt.

Harleywoodpaint