Arbeiðsskúrurin, ið bleiv gjørdur burturúr restunum av gamla húsinum, er farin um koll og brotnaður, og tí liggur ymiskt leyst og flýtur eftir harða stormin í gjár.
Tað eru tær tríggjar Eydna Thomsen, Amanda Gullaksen og Lina Gardar, ið hava gingið eystur í morgun, sum hava sent myndir til Norðlýsið í morgun.
Sum skilst, so er Árni Skaale farin undir at fyrireika ein ruddingartúr eystur. Nær hann verður er ikki greitt í skrivandi stund, men nærri verður at frætta á nordlysid.fo seinni.




