Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk verður broytt

Helgi Abrahamsen

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur sent eitt uppskot til hoyringar, um at broyta lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk.

“Í høvuðsheitum er talan um broytingar, ið skulu byrgja upp fyri, at einstakir persónar detta niðurímillum,” stendur í viðmerkingunum til uppskotið. Men eisini aðrar tekniskar broytingar ið ikki hava nakran praktiskan týdning fyri borgaran verða gjørdar í lógini.

Lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk varð sett í gildi í 2012 og hon hevur til endamáls at geva fólki við skerdum arbeiðsevnum atgongd til arbeiðsmarknaðin.

“Eftir at lógin hevur verið í gildi í nøkur ár, eru ymsir tættir í lógini, sum eru neyðugir at tillaga, fyri at lógin skal virka betur,” stendur í uppskotinum hjá Eyðgunn Samuelsen.

“Talan var um eina nýggja lóg við nýggjum ásetingum, og royndirnar við lógini hava víst, at tørvur er á ymsum broytingum,” stendur í uppskotinum.

Millum broytingarnar ið ætlanin er at gera, eru veitingar til persónar ið hava fleiri enn tvey børn, bústaðarískoyti í serligum førum og veitingar til persónar sum eisini fáa lestrarstuðul.

Hoyringsfreistin er sett til 23. september.

Harleywoodpaint