Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

U15 spældi fýra dystir í summar

Jákup Ósá

(Føroyar-Sveis í Klaksvík) Tað skuldi ikki verið eitt ósamanspælt føroyskt lið, sum møtir Sveis í Klaksvík týsdagin.

Í døgunum 29. juli til 3. august var føroyska U15-landsliðið við dreingjum til árligu Brøndby Cup kappingina í Danmark. Hetta er sætta árið á rað, at Føroyar hava lið við í hesari kapping, har lið úr nærum øllum heiminum luttaka.

Føroyska liðið spældi fimm dystir, og um samlaða úrtøkan verður gjørd upp í stigum kann staðfestast, at fyrstu landsliðsfetini hjá hesum ungu dreingjum góvu í minna lagi.

Úrslitini vóru:
Føroyar – AB 0-4 (0-0)
Føroyar – FC Helsingør 3-3 (2-2)
Føroyar – FC Fredericia 1-2 (0-0)
Føroyar – BSF Ballerup 8-1 (3-1)

Føroyar – Svendborg 1-1 (1-1) 5-4 eftir brotssparkskapping


– Hyggja vit nærri at leikgongdini í teimum fimm dystunum, sum vit spældu, so kann staðfestast, at vit í øllum dystunum eru væl við. Eisini í tapinum ímóti AB, sum skoraði sína fýra mál seinastu tíggju minuttir.

– Í tí stóra og heila vóru vit venjarar nøgdir við samlaða avrikið. Nógv er, ið okkara leikarar mugu venja meira, um teir framhaldandi skulu menna síni evni á vøllinum, segði Eli Hentze eftir ta kappingina við fsf.fo. Eli hevur saman við Hegga Samuelsen ábyrgdina av U15-landsliðnum við dreingjum.

– Tað er altavgerandi fyri víðari menning av føroyskum fótbólti, at okkara leikarar hava røttu amboðini í fótbóltsskjáttuni, og duga at brúka tey røttu tíðina í spælinum. Leikararnir skulu framyvir megna at spæla við og í hægri leikferð uttan at tað gongur útyvir førleikan at fótfara bóltin og taka rættar avgerðir. Til tess at náa málinum er neyðugt alla tíðina at betra dagligu venjingina og gera venjingartilboðini betri, segði Eli Hentze, U15-landsliðsvenjari eftir kappingina.


Føroyar og Sveis spæla við Djúpumýru í Klaksvík týsdagin 13. september kl. 17.00.