Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórfeløgini í Sveis eiga fleiri leikarar á U15 landsliðnum

Jákup Ósá

Meistaraliðið Basel hevur tríggjar leikarar í 20-manshópinum hjá Sveis, sum týsdagin skal spæla í Klaksvík.

Eisini onnur stórfeløg í Sveis so sum Young Boys, Grasshoppers og Sion eru umboðað í hópinum. Allur hópurin kann síggjast niðanfyri við at klikkja á myndina. Seinast U-landsdystur, sum var í Klaksvík, var tá Ongland spældi og har var m.a. Dele Alli hjá Tottenham við. So vil tíðin vísa um tann nýggi Shaqiri ella Xhaka vera á vøllinum í morgin. 

U15 dreingjalandsliðini hjá Føroyum og Sveis spæla við Djúpumýru týsdagin kl. 17.00.