Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

1.500 tons av makreli til St. Pætursborg

Helgi Abrahamsen

Í gjár var farmaskipið Hvítanes hjá Smyril Line á Fuglafirði eftir 1.500 tonsum av makreli frá uppisjóvarvirkinum Pelagos. Makrelurin hevur ligið á goymslu í frystitunlinum og skuldi allur til St. Pætursborg.

1.100 tons rúmast í undirlastunum á skipinum, og 400 tons vórðu fylt í frystibyngjur á yvirdekkinum.

Hetta er størsta mongdin av makreli, sum Hvítanes higartil hevur ført.

Úr Føroyum siglir Hvitanes mest við frystum og feskum fiski. Til Føroya hava teir feska handilsvøru og annað góðs.

Átta mans eru við Hvítanesi og teir eru umborð í fimm vikur í senn.

Kelda: Føroyska Sjómansmissiónin



Harleywoodpaint