Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Strandferðslan lækkar virðiskortini

Helgi Abrahamsen

Strandfaraskip Landsins hevur lækkað minstu áfylling á virðiskort úr 1.000- niður í 500 krónur.

Strandfaraskip Landsins hevur lækkað minstu áfylling á virðiskort úr 1.000- niður í 500 krónur.

Virðiskort er tann avsláttarskipanin, sum gevur fólki ið ferðast ofta á ymiskum leiðum, men tó ikki regluliga, møguleika at fylla millum 1.000 og 3.000 krónur inná kortið. Tey kunnu so brúka av kortinum, tá tey ferðast, og hetta gevur avsláttur.

Fólk ið hava nýtt hesa skipanina hava hildið, at 1.000 krónur er ov nógv at fylla á hvørja ferðina, og tí hevur Strandferðslan gjørt av at lækka minstu áfyllingina niður í 500 krónur.

Tey ið nýta virðiskort fáa 15 prosent í avsláttri.