Ein broyting er at síggja í teim niðaru luftløgunum í løtuni. Í seinsta viku og í vikuskiftinum høvdu vit ringt veður.
Lágtrýstini vestan úr havi sloppu ikki fram at Norðurevropa, men vórðu avvíst við leiðirnar beint vestan fyri Føroyar. Avvísingin koma av tí høga trýstinum, sum hevur ligið yvir norðara part av Evropa í eina tíð. At tey vórðu víst av um okkara leiðir, gjørdi, at vit høvdu allan handan vindin.
Nú er hátrýstøkið við at ota seg longur vestur, og tað fer at hava við sær, at lágtrýstini verða steðgað eitt sindur fyrr – longri burtur frá Føroyum. Økið, tey fara at leika í, er sunnan fyri Grønlandsfjørðin. Hetta er langt frá okkara leiðum, og tann nógvi vindurin fer ikki at leika so ógvusliga í her hjá okkum, so leingi myndin sær soleiðis út.
Lágtrýstið, sum leikaði í mánanáttina og mánadagin, er farið sín veg norðureftir. Eitt nýtt lágtrýst kemur eystur eftir av leiðunum í Kanada, men tað verður steðgað við Kappan ella sunnanvert í Grønlandsfjørðinum. Á okkara leiðum fara vit tí at hava hátrýstveður í dag, í morgin og ein part av hósdegnum eisini. Seinnapartin hósdagin fara vit at merkja útkantin av lágtrýstinum um okkara leiðir við einum strúki í vindi og regni. Fríggjanáttina minkar vindurin aftur.
Í dag verður ættin útsynningur-sunnan; vindferðin fer at liggja um 5 til 10 m/s. Á nátt fer ættin at snara upp ímóti útsynningi, og í morgin ári er vindur minkaður niður í 3 til 7 m/s. Turt, skýggjað, við sólglottum. Hitin fer at liggja um 13 til 14 stig.
Soleiðis sær út í løtuni.




