Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heilsa og lívskvalitetur!

Lýsing

Tað er nú leygardagin, at vit seta tað modernaða lívið hjá okkum øllum undir lupp við spennandi fyrilestrum og forvitnisligu kafé’ini við heilsugóðu úrdráttunum úr havinum.

Tað er nú leygardagin, at vit seta tað modernaða lívið hjá okkum øllum undir lupp við spennandi fyrilestrum og forvitnisligu kafé’ini við heilsugóðu úrdráttunum úr havinum.

Millum luttakararnar er Christian Bitz, sum er ein av teimum best umtóktu fyrilestrahaldarnum í Danmark. Tað er bæði nýskapandi og serstakliga undirhaldandi, tá Bitz gevur sína ítøkiligu guide til ein sunnari gerandisdag.

Í sínum nýggja fyrilestri ‘Kvalitet’ setur Bitz tað góða lívið í perspektiv – eitt lív har góð heilsa hevur alt at siga fyri lívskvalitetin.

Vit liva í eini tíð, har tað er næstan ógjørligt at skilja ímillum seriøsa heilsu vísundi og sjálvuppfunnar ‘mirakul kurar’ – sigur Christian Bitz.

Hann ruddar upp í heilsu fløkjuni og gevur tær eina leiðbeinging í at taka tey skilagóðu valini, sum veruliga muna fyri tína heilsu – og til at frávelja teir vanar, sum skaða.

Tú fært íblástur til at broyta júst tað, sum hevur allar størstan týdning fyri tína heilsu og lívskvalitet.

Eisini luttekur Kitty May Ellefsen við fyrilestrinum ‘frá eydnubollum til marathon’ og Jóhanna á Tjaldrafløtti við ‘vísjónum fyri føroysku matmentanini’.

Tiltakið verður í Badmintonhøllini í Klaksvík leygardagin 17. september og byrjar kl. 17:00.

Atgongumerki fáast á www.atgongumerki.fo.