Hetta vikuskifti verður hol sett á nýtt hondbóltskappingarár. Kvinnurnar hjá Stjørnuni leggja fyri við dysti á heimavølli sunnudagin ímóti Kyndil.
Stjørnuniliðið er nakað broytt í mun til seinasta kappingarár. Liðið er rættiliga ungt, og er stórt sæð mannað við egnum leikarum. Rumænsku Raluca og Marta, sum leiktu við seinasta kappingar, eru ikki við meira.
Una Váðklett og Annika Ljósstein hava staðið fyri venjingini. Hóast venjingin komu heldur seint i gongd, so eru venjararnir væl nøgdar við gongdina higartil. Uppmøtingin hevur verið. Tær hava leikt tveir venjingardystir í móti StÍF. Úti á Skála bleiv tað til sigur til StÍF, meðan Stjørnan vann, tá liðini hittust í Klaksvík.
Hvussu Kyndilsliðið er fyri vita vit ikki. Har hevur í øllum førum verið ein ávís frágongd. Turið Arge Samulesen og Mariann G. Eystberg eru farnar at leika við VÍF.
Sum nevnt, so verður dysturin sunnudagin, og byrjan hann kl. 15.00.




