Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Blaðmaður okkara rann hálvt maraton

Helgi Abrahamsen

“Eg havi vant síðani hálvan mai, í meðal tríggjar ferðir um vikuna og nakrar fáar ferðir 4 – 5 ferðir um vikuna,” sigur Danial Viðoy, blaðmaður á Norðlýsinum, sum í gjár rann sítt fyrsta hálva maraton í Keypmannahavn.

“Eg havi vant síðani hálvan mai, í meðal tríggjar ferðir um vikuna og nakrar fáar ferðir 4 – 5 ferðir um vikuna,” sigur Danial Viðoy, blaðmaður á Norðlýsinum, sum í gjár rann sítt fyrsta hálva maraton í Keypmannahavn.

“Tá ið eg meldaði meg til var málið bert at gjøgnumføra tað, og fáa eina nøkulunda tíð niðan fyri 2 tímar. Men ein til tveir mánaðir seinni setti eg mær ítøkiliga málið um at náa teinin niðanfyri 1 tíma og 30 minuttir. Tí var eg sera væl nøgdur eftir renningina í gjár, tí tíðin gjørdist 1 tími, 27 minuttir og 3 sekund,” sigur Danial.

“Til venjingina havi eg fingið íblástur frá bók hjá Claus Hechmann, ið hevur eina teori um, at tað er betur at renna langar teinar við ikki alt ov nógvari ferð, heldur enn styttri teinar við nógvari ferð. Hann leggur meira dent á úthaldni í staðin fyri bert at venja konditión,” sigur Danial.

Men tað eru ikki bara bøkur, ið geva íblástur.

“Eg havi eisini fingið nøkur góð ráð frá javnaldrinum, Jan Elmar Sørensen, sum er royndur rennari og eigur nøkur gullverd ráð og nøkur framúr úrslit at vísa á. Eitt nú hevur hann runnið hálvmaraton niðanfyri 1 tíma og 14 minuttir, um eg minnist rætt,” sigur Danial.

Av teimum 22.500 rennarunum, sum luttóku á “Copenhagen half marathon” gjørdist Danial nummar 646, og nummar 593 av øllum monnunum, ið luttóku.

“Hetta var mítt fyrsta hálvmaraton, og nú havi eg fingið smakkin av meira,” sigur Danial.