Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Havnin í Klaksvík

Lesarabræv

Havnaøkið í Klaksvíkar Kommunu er við sitandi býráðsmeiriluta ein “søkkandi skúta”. Vit hava tey seinastu fýra árini einki sæð til nakrar planir fyri havnaøkið yvirhøvir.

Forkvinnan í havna- og vinnunevndini vil vera við í lesarabrævi, at avrikslistin er langur og hugaligur hja býráðsmeirilutanum. Tíverri sæst hetta ikki aftur á havna- og vinnuøkinum, sum er grundarsteinurin undir øllum landinum. Tað var lítið hugaligt at lesa “avrikslistan” fyri hetta økið. Kaiin við Klaksvíkar Sleipistøð varð gjørd liðug, men havast skal í huga, at hetta arbeiðið varð sett í verk av undanfarna býráðsmeiriluta. Harafturat setti hon eisni eitt arbeiði, sum ætlanin er at byrja uppá, upp á avrikslistan. Men vit hava sæð so ofta, at ætlanirnar hjá hesum býráðsmeiriluta blíva útsettar.


Umstøður til útrórðarbátar og frítíðarbátar

Nei, her má vend koma í. Vit hava brúk fyri fólki, sum veruliga vilja taka hond um tað, sum heldur okkum øllum uppi, nevniliga vinnan. Her mugu gerast stórar ábøtur. Kaiirnar mugu dagførast, soleiðis at tað verður lættari hjá okkara monnum, sum hava sín gerandisdag a stongunum og har um leiðir at arbeiða og fáa sín reiðsskap til høldar. Vit eiga at vekja hugin hjá ungfólki her í býnum fyri tí, sum hevur skapt hendan býin og fyri tí, sum veruliga heldur okkum uppi. Serliga í hesum døgum er tað umráðandi, at vit sum fiskivinnuhøvuðsstaður standa saman um hesa vinnu, nú landsstýrið við Tjóveldi á odda tekur grundarlagið undan útróðrarflotanum. Tað, sum ger hesa støðu meira óhugnaliga, er, at forkvinnan í havna- og vinnunevndini situr sjálv í løgtinginum og atkvøður fyri, at dagarnir verða skerdir hjá vinnuni. Við øðrum orðum kann man siga, at hon er við til at taka grundarlagið undan teimun bátunum, sum eru eftir í vinnuni. Eg haldi, at vit kunnu siga, at um hetta sleppur at halda fram, so eru útlitini fyri, at havnaøkið í Klaksvíkar Kommunu verður dagført, ikki serliga góðar

Bátabrúgvaøkið eigur at verða fríðkað, so tað gerst ein hugnaligur staður hja vaksnum, børnum og familjum at vera. Møguleiki eigur at vera hjá øllum at kunna hagreiða og selja bæði fisk og fugl á staðnum. Hølir eiga at verða gjørd, so at ikki er neyðgut at draga allan fongin heim at verða hagreiddan, men at alt kann gerast á einum stað.


Norðhavnin

Norðhavnin er altíð eitt evni, sum verður tikið upp, tá ið tað nærkast valinum, men sum øllum kunnugt so hendir ikki nógv á tí økinum. Nú er tíð uppá, at ting fara at henda, og útbyggjanin av Norðhavnini má gerast skjótast til ber. Um vit veruliga ætla okkum at bjóða okkum fram til at taka ímóti fleiri og størri ferðamannaskipum, frálandaskipum og øðrum skipum við, so mugu vit ongantíð ov skjótt fara í holt við at útbyggja Norðhavnina.

Hallstein E Jacobsen

Býráðsvalevni fyri Fólkaflokkin í Klaksvíkar Kommunu