Fyrireikingarnar til Eysturoyartunnilin eru nú komnar somikið áleiðis, at fyrstu skotini eru latin av til inntakið á Strondum.
“Væntandi verður sprongt so gott sum hvønn dag næstu tríggjar vikurnar,” skrivar Sjóvar kommuna á síni heimasíðu.
Málið hjá partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlar hevur alla tíðina verið, at byrjast skal uppá sjálvan tunnilin í heyst, tí lógin sum arbeitt verður eftir leggur trýst á tíðarætlanina. Lógin sigur nevniliga at byrjast skal uppá Sandoyartunnilin í 2018.




