Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fløskupostur funnin í Íslandi

Helgi Abrahamsen

Vit á Norðlýsinum fáa ofta fløskupostar sendandi sum eru tveittir út á Sjómannadøgunum.

Vit á Norðlýsinum fáa ofta fløskupostar sendandi sum eru tveittir út á Sjómannadøgunum. Nógvir av postunum eru funnir aftur í Noreg, nakrir í Føroyum og onkur hevur eisini funnið sær aðrar leiðir.

Í dag fingu vit ein teldupost við hesi myndini av einum fløskuposti, sum ein ferðamaður í Íslandi fann í summar tætt við Akureyri í Íslandi. Fløskuposturin er tveittur á sjógv tann 16. august 2013.

Skriftin er kámað, men tað sæst, at tann sum hevur tveitt postin eitur Elin, er 10 ár (í 2013) og eigur tvær systrar, sum eita Kamilla og Laurina.

Harleywoodpaint