Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landskassin svingar væl saman við Tórshavnar Kommunu

John William Joensen

Eftir at borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu hevði givið ilt av sær um at felag, sum Tórshavnar Kommuna átti, ikki slapp at veita hita til Glæsir, varð semja gjørd, sum tryggjar fjarhitafelagnum hjá Tórshavnar Kommunu sín part í Glæsir. Og nú skal landskassin eisini keypa Sjóvinnuhúsið fyri góðar 100 mió. kr..

Eftir at borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu hevði givið ilt av sær um at felag, sum Tórshavnar Kommuna átti, ikki slapp at veita hita til Glæsir, varð semja gjørd, sum tryggjar fjarhitafelagnum hjá Tórshavnar Kommunu sín part í Glæsir. Og nú skal landskassin eisini keypa Sjóvinnuhúsið fyri góðar 100 mió. kr..

Tað svingar væl millum Tórshavnar Kommunu og landsstýrið síðan Heðin Mortensen bleiv avgerandi atkvøðan hjá sitandi samgongu.

Fyri kortum sóu vit hvussu landsstýriskvinnan í Heilsu- og Innlendismálum broytti eina avgerð hjá býar- og byggiskipanarnevndini hjá Tórshavnar Kommunu og gav loyvi til at byggja eina nýggja konteynarahavn, fyri hálva milliard.

Borgarstjórin í Havn gav ilt av sær tá mentamálaráðið ikki ætlaði at binda nýggja miðnámsskúlan í Marknagili, Glæsir, í fjarhitaskipanina hjá Tórshavnar Kommunu. Ætlanin var at skúlin skuldi hava aðra hitaskipan, sum var grønari enn skipanini hjá Tórshavnar Kommunu. Men hetta bleiv broytt og á veg til Rio setti landsstýriskvinnan niður ein arbeiðsfólk, sum í skundi skuldi finna eina semju sum borgarstjórin kundi liva við. Nú er semja og greitt er at landið skal eisini at rinda til fjarhitafelagið hjá Tórshavnar Kommunu.

Sjóvinnuhúsið, sum býráði í høvuðsstaðnum umbygdi fyri 100 mió. kr. er ein sonn marra hjá býráðnum, eftir at kommunala eftirlitið gjørdi greitt, at kommunan ikki hevði loyvi til at byggja ein bygning til vinnulig endamál. Frá at verða eitt vinnukraftsentur, bleiv ætlanin broytt til at verða kommunal umsiting ogbýráðshøll.

Síðani var bygningurin settur til sølu, men hetta var lættari sagt enn gjørt, tí kommunan kann ikki selja bygningar við tapi. Prísurin er 100 mió. kr. og tí vísti tað seg skjótt at eingin privatur varð áhugaður í bygninginum, hóast onkur fyrispurningur var.

Men aftur her varð málið lyfti upp á hægri plan og nú eru samráðingar millum Tórshavnar Kommunu og Mentamálaráðið um at selja landskassanum bygningin til nýtt fróðskaparsetur.

Tað er óskiljandi hvussu tað kann lata seg gera at ein kommuna byggir ein bygning fyri 100.000.000 kr. uttan at vita hvat bygningurin síðani skal brúkast til. At málið endar við at Landsstýrið keypir ella kanska leigar bygningin frá Tórshavnar Kommunu er enn meira absurd.

Hvar er kommunala eftirlitið tá avgjøld sum Tórshavnar Havn leggur á vinnuna kring alt landið, verða brúk til at byggja ein bygning, sum tað almenna so aftur skal rinda leigugjald fyri?

Tað er vinnulívið og harvið skattgjaldarin, sum hevur rindað tær 100 mió. kr. fyri Vinnuhúsið í Havn, og skal nú skattgjaldarnin keypa bygningin fyri aðrar 100 mió. kr. – ella enntá rindað leigugjald fyri at verða í egnum húsið.

Málið er ein fúl skomm frá enda í annan – men í høvuðsstaðnum ber alt til.

Tað svingar rættiliga væl í Javnaðarflokkinum millum Tórshavnar Kommunu og Landskassan.