Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, sum í vár kannaði harur, tá tær skiftu lit frá vetrarbúna til summarbúna, fer aftur í heyst at fylgja við litskiftinum.
Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, sum í vár kannaði harur, tá tær skiftu lit frá vetrarbúna til summarbúna, fer aftur í heyst at fylgja við litskiftinum.
“Eg eri ikki farin í gongd aftur við at kanna harurnar enn, men eg ætli mær í gongd um mánaðarskiftið.” Tað sigur Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, sum í vár helt eitt vakið eyga við harunum, tá tær skiftu lit frá tí gráa vetrarbúnanum til tann brúnliga summarbúnan.
Tann 21. apríl setti hann 4 sjálvvirkandi myndatól frammanfyri nøkrum harusetrum í einum haga í Kollafirði. Myndatólini vóru innstillaði soleiðis, at tá okkurt rørdi seg frammanfyri teimum, varð ein mynd tikin. Myndin varð skrásett við dagfesting og klokkutíð, og á tann hátt bar til at fylgja við, nær harurnar skiftu lit og nær á samdøgrinum tær vóru virknar.
Nógv fleiri myndatól
Um mánaðarskiftið oktober-november skifta harurnar aftur lit, og aftur hesaferð ætlar Eyðfinn at fylgja við teimum.
“Ætlanin er, at kanningin nú skal verða meira umfatandi enn hon var í vár. Tá hevði eg bara 4 myndatól, men hesaferð ætli eg at brúka 15,” sigur Eyðfinn. Og hann ætlar eisini at kanningarnar skulu gerast yvir eitt størri øki.
“Seinast vóru allar kanningarnar gjørdar í einum haga í Kollafirði, men nú myndatólini eru fleiri í tali, kundi verið áhugavert at spjatt tey meira,” sigur hann.
Í haganum í Kollafirði varð fylgt við harum sum búleikaðust í laðaðum holum, men skulu myndatól setast upp nógvastaðni í landinum, so verður eisini neyðugt at finna natúrligar holur. Eyðfinn Magnussen vil tí fegin frætta frá fólki sum vita um holur, har harur halda til.
Framvegis nógv sum vit ikki vita
Um endamálið við kanningunum sigur Eyðfinn Magnussen, at hann vil hava nýggja vitan um haruna, og ein partur av tí er at fáa staðfest, nær hon skiftir lit.
“Vit vita, at litskiftið fer fram um mánaðarskiftið oktober-november og aftur í mai, og vit vita eisini, at tá djór skifta lit, so er tað vanliga fyri at fjala seg í natúruni. Haran lagar seg til litirnar í haganum,” sigur Hann. Men tað er framvegis nógv sum vit ikki vita.
“Vit vita ikki hvat tað er, sum fær litin at skifta. Tað kann vera hitin og tað kann eisini ver ljósið, og tað reisir aftur spurningin hvørja ávirkan veðurlagsbroytingar kunnu hava á litskiftið,” sigur Eyðfinn.
“Eg kann í tí sambandinum nevna, at harurnar í Skotlandi hava sama lit alt árið, og tað er ógreitt hví tær ikki skifta lit líka sum okkara harur gera,” sigur hann.
Tá fyrstu harurnar komu til Føroya í 1850-árunum vóru tær hvítar um veturin, men vit hava ikki liggjandi kava í Føroyum, so tað hevur haran tilpassa, so nú fær hon ein gráan lit um veturin.
Droymir um at seta sendarar á harur
Eyðfinn Magnussen arbeiðir einsamallur við kanningunum av harum, men hann hevur tó samskifti við onnur uttanlands.
“Eg havi eisini ætlanir um at fáa sett sendarar á harurnar, fyri at kunna fylgja við, hvussu tær ferðast,” sigur hann.
“Tað verður sagt, at haran fer undan vindinum, men eingin veit, hvussu langt tær fara. Kann tað til dømis hugsast, at ein hara í Kvívíkshaganum kann enda heilt suðuri við Kirkjubønes? Tað kundi verið áhugavert at funnið útav,” sigur Eyðfinn.
Men ætlanin við at seta sendarar á harur kostar nógv.
“Tílíkir sendarar kosta einar 10 – 15.000 krónur hvør, so tað er ein spurningur um pengar. Eg havi roynt at søkt um stuðul til ta ætlanina, men higartil hevur tað ikki eydnast,” sigur hann.
So fyribils verður tað litskiftið, ið stendur ovast á skránni, og Eyðfinn heitir á fólk sum vita hvar onkur haruhola er, um at siga sær frá.




