Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skipanin er so fløkt, at borgarin finnur ikki runt í henni

Helgi Abrahamsen

“Í dag er ein borgari, sum hevur brúk fyri endurvenjing, prísgivin, tí tilboðini eru so avmarkað og borgarin veit ikki, hvar hann skal venda sær.” Tað sigur Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna.

“Í dag er ein borgari, sum hevur brúk fyri endurvenjing, prísgivin, tí tilboðini eru so avmarkað og borgarin veit ikki, hvar hann skal venda sær.” Tað sigur Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna, í einum munnligum fyrispurningi, sum hon hevur sett løgmanni viðvíkjandi endurvenjing.

Løgtingskvinnan setur løgmanni spurningin, tí hon veit ikki, hvør eigur málið, tí so nógvir myndugleikar eru á økinum.

Eg spyrji løgmann, tí satt at siga veit eg ikki, um eg skal venda spurningin til landsstýrisfólkið  í  heilsumálum, almannamálum, mentamálum, ella um hann er til kommunurnar, sigur Sonja Jógvansdóttir.

“Kommunurnar hava ábyrgdina av onkrum, Almannamálaráðið onkrum, Heilsumálaráðið onkrum, og skalt tú hava taluhjálp er tað Mentamálaráðið sum stendur fyri hesum. Sera ofta kenna tey, sum hava brúk fyri hjálp og teirra avvarðandi seg kroyst millum teir ymisku myndugleikarnar,” sigur hon.

Hon setur tí løgmanni hesar spurningarnar:

  1. -Hvussu ætlar løgmaður at skipa og samskipa stóru avbjóðingina við endurvenjing hjá fólki, sum vegna sjúku, skurðviðgerð, arbeiðsóhappi ella av øðrum orsøkum missa kropsligar førleikar og førleika at tosa?
  2. -Er ætlanin um at geva fólki sosial rættindi, eins og tú hevur borgarlig rættindi og fíggjarlig rættindi soleiðis, at til ber at hava vissu fyri einum tilboði, um tú verður kropsliga raktur, so tær tørvar endurvenjing av onkrum slagi?
  3. -Nær verður eitt skipað tilboð sett í verk?
  4. -Fara fólk, sum missa førleikan at tosa, at fáa meira taluvenjing?
  5. -Eru greiðar ásetingar um fólk yvir og undir 67 ár, sum hava brúk fyri endurvenjing, og er peningur settur av á fíggjarlógini, so fólk fáa eitt tilboð, har landið hevur ábyrgdina?

23 munnligir fyrispurningar skulu svarast á tingfundinum í dag, sum byrjaði klokkan 11.