Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B36 stendur seg væl vanliga væl í Klaksvík

Jákup Ósá

B36 er komandi mótstøðuliðið hjá KÍ. Og júst B36 er millum liðini, sum seinastu árini hava staðið seg best í Klaksvík. B36 tapti í fjør fyri fyrstu ferð í fleiri ár, men tá hevði liðið longu vunnið føroyameistaraheitið og spældi við fleiri eykaleikarum. Úrslitini seinastu árini siga, at B36 stendur seg væl í Klaksvík. Síðani uppflytingina hjá KÍ hevur B36 bara einaferð tapt í Klaksvík í landskappingini umframt eitt tap í steypakappingini fyrr í ár. 

Annars kann nevnast, at í 2011, 2012 og 2013 stóð núverandi KÍ venjarin, Mikkjal K. Thomassen, á odda fyri B36 liðnum. Núverandi KÍ leikarar sum Meinhardt Joensen, Atli Danielsen, Jonas F. Rasmussen og Súni Olsen spældu eisini við B36 í fleiri av hesum dystum. Venjari hjá B36 nú er klaksvíkingurin Eyðun Klakstein, so tað eru ávís sambond millum hesi bæði liðini.

2011: KÍ-B36 0-2 og KÍ-B36 0-3

2012: KÍ-B36 0-2 og KÍ-B36 3-4

2013: KÍ-B36 1-1 og KÍ-B36 0-2

2014: KÍ-B36 1-3

2015: KÍ-B36 2-1

2016: KÍ-B36 1-1

Dystir: 9

KÍ vunnið: 1

Javnleikur: 2

B36 vunnið: 6