Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tríggir skúlar og fimm stjórar

Helgi Abrahamsen

Í september 2013 setti Gunvør Balle, løgtingskvinna, Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, ein skrivligan fyrispurning um tað sum tá kallaðist Marknagilsdepilin (nú Glasir).

Í september 2013 setti Gunvør Balle, løgtingskvinna, Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, ein skrivligan fyrispurning um tað sum tá kallaðist Marknagilsdepilin (nú Glasir). Gunvør Balle spurdi millum annað hvussu bygnaðurin fór at vera í deplinum og um talan fór at verða um tríggjar skúlar og tríggjar leiðslur ella ein skúla og eina leiðslu?

Bjørn Kalsø svaraði, at teir tríggir skúlarnir sum skuldu húsast í Marknagilsdeplinum høvdu ikki allir sama bygnað. Tveir vóru sjálvsognarstovnar og tann triði var almennur landsstovnur.

“Virksemið í Marknagilsdeplinum kemur í fleiri førum at minna um eitt slag av campusvirksemi, og tí kann hugsast, at bæði ymiskleikin innan útbúgvingarnar og líkskapur í umsiting fer at síggjast aftur í bygnaðinum,” segði Bjørn Kalsø.

Viðvíkjandi spurninginum um talan fór at verða um tríggjar skúlar og tríggjar leiðslur ella ein skúla og eina leiðslu segði landsstýrismaðurin:

“Eg havi ta áskoðan, at greiðast er, at Marknagilsdepilin verður ein skúli við einari leiðslu.

Tá tað er sagt, er tó umráðandi, at tann undirliggjandi leiðslubygnaðurin avspeglar alt virksemið, sum verður røkt í og út frá stovninum.”

Í dag kom eitt tíðindaskriv frá Glasi sum vísir, hvussu bygnaðurin verður. Har verður ikki ein stjóri og heldur ikki tríggir stjórar, men 5 stjórar. Tríggir eru útbúgvingarstjórar, ein umsitingarstjóri umframt ovasta stjóran.

Í løtuni er óvist, nær klárt verður at flyta inn í nýggja skúlan.

Harleyfacadeacryl