Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NSÍ er besta liðið eftir summarsteðgin

Jákup Ósá

NSÍ er einasta liðið, sum ongan dyst hevur tapt eftir summarsteðgin.

NSÍ hevur fingið 19 stig eftir summarsteðgin. Tað er tað mesta, sum nakað lið hevur fingið síðani summarsteðgin. Og júst tey bestu 4 liðini teir 7 dystirnar eftir summarsteðgin eru eisini 4 tey bestu á stigatalvuni.

Sambært formkurvuni, so vinnur NSÍ í Sarpugerði móti Víkingi og B36 vinnur við Djúpumýru móti KÍ. Men munurin er ikki størri enn so, at bæði Víkingur og KÍ við sigrum á heimavølli fara framum síni mótstøðulið á form stigatalvuni.

Stigatalvan eftir summarsteðgin:

19 stig: NSÍ

18 stig: Víkingur

16 stig: B36

15 stig: KÍ

11 stig: HB

9 stig: TB og ÍF

3 stig: AB og Skála

0 stig: B68