Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík-StÍF spæla sunnudagin

Jákup Ósá

Sunnudagin er aftur dystur í Klaksvík í FTZ deildini í hondbólti.

Sunnudagin er aftur dystur í FTZ deildini í hondbólti.

Team Klaksvík hevur tapt sínar báðar fyrstu dystir, men fólk kring hópin vænta, at liðið fer at mennast sum tíðin gongur. Bæði tí at liðið verður betri samanspælt og tí at leikarar koma í betri venjing. Eisini er onkur nýggjur leikari komin til í vikuni, sum ikki hevur spælt áður. Mikukvøldið var avrikið til tíðir á góðari leið móti meistarunum úr VÍF, men so vóru eisini tíðarskeið, har Team Klaksvík misti ov nógv og ikki megnaði at fylgja við. Hesaferð er mótstøðuliðið StÍF, sum eins og Team Klaksvík hevur tapt sínar báðar fyrstu dystir.
Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll byrjar sunnudagin kl. 17.00.